top
Brúkarar á síðuni nú: 8
Print side E-mail side 

Um Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum. Ástøðisroyndirnar eru skipaðar á sama hátt, sum Aksstovan fremur tær veruligu royndirnar.

Koyrilærari við drúgvum royndum og neyvum kunnleika stendur aftan fyri Teoriroynd.fo

Vit mæla til, at tú stendur allar royndirnar frá Teoriroynd.fo. Megnar tú tað, eru 99,9% vissa fyri, at tú stendur royndina á Akstovuni fyrstu ferð.

Teoriroynd.fo fevnir um alt tað, tær tørvar fyri at standa royndina fyrstu ferð. Teoriroynd.fo mennir og dagførir støðugt ástøðisroyndirnar, so at tær altíð eru tíðarhóskandi.

Vit ynskja tær góða eydnu og gaman við koyrikortinum.
 


Vinarliga
Teoriroynd.fo